Í bókini “Tíðarhvarv – Elisheimið í Havn”, sum Jákup Lindenskov hevur skrivað, hava vit funnið fram ymiskar upplýsingar.
Myndin er tikin í garðinum hjá Jóannesi á Fossinum, yvirav Ellisheiminum í Havn.
Meta Danielsen (v.m.) og Elsa Isaksen, nevnd Huld-Elsa (h.m.), búðu báðar á Ellisheiminum. Í miðjuni situr Ida Didriksen (1911-2002) úr Vestmanna, sum var fyrsta arbeiðskona har, tá ellisheimið læt upp í august 1935. Ida giftist Sonna Mørkøre úr Havn og var mamma eitt nú Jákup Mørkøre, kemiverkfrøðing, og Hera Mørkøre landsapotekara.
Meta Danielsen andaðist 31. oktober 1937, 77 ára gomul, og Elsa Isaksen andaðist 29. august 1940, 86 ára gomul. Tær vóru báðar, hvør á sín hátt, kend andlit í Havn. Ida Mørkøre andaðist í 2002, 91 ára gomul.
Ida arbeiddi á Ellisheiminum í tvey ár, so eftir tí at døma er myndin tikin millum 1935 og 1937.
Um onkur veit meira um hesa myndina, er viðkomandi vælkomin at kontakta
Annfinn Danielsen, sum eigur myndina, á telefon: 224124