Tíðarinnar framherji í Smiðjuni

Fríggjadagin 10. mars kl. 15 letur Petur Prent, listamaður í Havn, upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.



Petur kallar framsýningina Tíðarinnar framherji. Hann sigur, at hann hesaferð hevur loyst seg úr tí vanliga siðbundna haftinum. Síðan hann var ungur, hevur roynt at málað Tíðarinnar framherja, sum hann nú lýsur við alduni. Aldan er eins og tíðin, hon gongur so skjótt at og er ikki til at fanga. Myndevnini eru t.d. aldubalett, aldusymfoni og aldutónleikur.
 
Á framsýningini eru tilsamans 48 oljumálningar. Framsýningin er opin til ov við týsdagin 14. mars, allar dagar frá kl. 15-19.