Vørur
Annað av føroysku bryggjaríunum, Føroya Bjór, hevur nú tikið eitt týðandi stig á leiðini at betra um sína kundatænastu. Rúmligt og snotuligt avgreiðsluhøli og sølubúð er bygt upp í verandi goymslubygning í Akranesgøtu . Á samkomu í nýggju hølunum týsdagin takkaði stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag felagnum Byggitekk og tess fólki fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði. Hann takkaði eisini viðskiftafólki og starvfólki fyri at hava havt gott tol, nú útsølan og avgreiðslan í 18 ár hevur hildið til í eini stórari høll við gjøgnumtrekki og millum bilar og truckar. -Nú hildu vit, at tíðin var komin til at bjóða kundum okkara hóskandi høli segði Einar Waag, sum tó tíanverri ikki kundi lovað, at tað fór at verða nógv heitari, tí ølið skal jú vera kalt!
Bryggjarístjórin nýtti eisini høvi til at reisa spurningin, hví man fór undir slíka bygging, tá tað hevur verið ført fram av eitt nú landsstýrismonnum, at sølubúðirnar hjá bryggjaríunum skulu stongjast. Hann vísti í hesum sambandi á, at tá einkarsølan kom í 1992, varð ætlanin hjá tí politiska myndugleikarnum at stongja allar ølsølurnar, sum tá høvdu virkað í 12 ár.
-Vit stríddust ímóti hesum, tí vit vistu, at einkarsølubúðirnar ikki høvdu orku til at klára alt ølið og taka ímóti tómum fløskum - og tað eydnaðist tá eftir tógvið stríð at fáa loyvi til at halda fram í 5 ár fyribils. Nú hoyrist so aftur okkurt um at stongja ella flyta sølustøð uttan fyri bygt øki. Eftir okkara metan er einasta alternativ til okkara sølubúðir ein frí søla sum í grannalondunum, men tá hetta eftir tí politiska rákinum ikki sær út til at vera gjørligt, so hava vit bygt nýggja sølubúð fyri at geva kundum okkara eina skjóta og góða tænastu segði Føroya Bjór-stjórin.
Einar Waag takkaði eisini einum av gomlu Føroya Bjór veteranunum, Onnu Petersen fyri dygdargott arbeiði og áhaldni alla ta tíð goymslan og avgreiðslan hevur verið í einum ikki nóg nøktandi umhvørvi.
Søgan hjá Føroya Bjór í Havnini gongur heilt aftur í fimtiárinum, tá ein dani nevndur Råbæk hevði goymslu í býnum. Í 1965 tóku Anna og Martin Petersen við. Tá hevði Anna arbeitt hjá Føroya Bjór síðani 1956. Tey fluttu til Havnar og goymslan var í kjallaranum á Orknoyarvegi fram til umleið 1984. Tá sterka ølið kom á marknaðin gjørdist ov trongligt har, og ikki fyrr enn í 1984, tá grundøki var fingið til vega at byggja á í Akranesgøtu, broyttust umstøðurnar. Høllin, sum varð liðug sama ár, var eitt risaframstig fyri henda føroyska framleiðaran av øli og sodavatni. Anna helt fram eftir at Martin varð farin og gavst hon fyri tveimum árum síðani. Tá tók sonurin Petur við og er hann deildarleiðari har í dag.