Leiðarin fyri Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Kristina Toftegaard Larsen, ger í ársfrágreiðing fyri 2017 greitt, at kjallarin í Gøtubrá í Norðragøtu ikki er hóskandi til demensdeild.
- Úrslitið av uttanhýsiskanning, ið Leiðsluhúsið hevur gjørt fyri okkum, staðfestir, at øll tey eftirspurdu eru samd um, at røktin á deildini er góð, meðan at fysisku karmarnir fyri deildina ikki eru hóskandi.
Hon vísir á, at leiðslubólkurin hevur umrøtt spurningin um demensavbjóðingina og metir, at fólk, ið eru rakt av ringum demens og hava tørv á støðugari hjáveru, eiga at verða á einari demensdeild.
- Leiðslubólkurin er samdur við úrslitinum av kanningini um, at tørvur er á at byggja eina tíðarhóskandi demensdeild við fleiri funktiónum, eitt nú dagtilhaldi og umlætting.
Kristina Toftegaard Larsen heldur eins og leiðslubólkurin og nevnda kanning eisini vísir, at skilabest er at leggja eitt nýtt heim uppat einum av verandi heimum, sum frammanundan eru smá, ósmidlig og dýr at reka.
- Serliga verður hugsað um arbeiðsorku í mun til fíggjarorku. Men, eisini í mun til einsemi og tvístøðu millum búfólk.
Leiðarin í Nánd vísir á, at eitt størri heim gevur búfólkunum betri møguleika at knýta vinarlag við onnur búfólk, umframt at møguleiki eisini verður at skerma tey, ið ikki sita væl um sátt.
Øll ársfrágreiðingin hjá Nánd kann lesast um heimasíðurnar hjá ávikavist Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.