Tíðardrálarin Tórður og miðvallarin Teitur

(SportBoxin) Málverjarnir hjá B36 og HB valdu sínar favorittlið og favorittmálverjar, og fingu nøkur prik frá lurtarunum hjá Rás2 á vegnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann seinna tíman av sendingini SportBoxin, sum er fótbóltspanelið.

 

Í fótbóltspanelinum í dag vitjaðu málverjarnir hjá B36 og HB, Tórður Thomsen og Teitur M. Gestsson. Fyrst sluppu teir at fortelja um merkisverda dystin millum, HB og B36, har B36 við níggju monnum vann 3-2 á HB.

 

Í sendingini settu Tórður og Teitur eisini favorittliðið hjá sær, og teir valdu sínar Topp-5 favorittmálverjar.

 

Undir sendingini fingu teir nøkur góð prik frá lurtarunum, m.a. um tíðardrál, og at ganga og vála á miðjuni. Eisini fortaldi teir um hvussu tað var at blíva pápar um somu tíð.