Átrúnaður hevur allar dagar havt alstóran týdning fyri menniskju, og tí finnast eisini óteljandi sløg av átrúnaði kring heimin. Felags fyri allar trúarrætningar er trúgvin á okkurt, sum er hægri. Undan upplýsingartíðini hevði átrúnaður sera stórt vald, og tann, sum vildi svara heimsins loyndarmálum við vanligum vísdómi, skuldi ansa sær at kunngera sínar tankar, tí hann kundi verða brendur á báli. Eftir upplýsingartíðina bragdaði kortini, og vísindin vann seg fram. Sjálvstøðugt hugsandi menniskju fóru at loysa manga gátuna við viti og skili, og mentanarliga, ídnaðarliga og politiskt skapti hetta stór framstig. Átrúnaðurin hvarv ikki av hesi orsøk. Hann misti bara sítt altumfevnandi vald á samfelagnum, tí fólk sóu, at við vitan kundi skapast framburður.
Øll, sum vilja hava vald á øðrum menniskjum, royna at skapa eina kenslu av felagsskapi, har tey sjálv standa á odda fyri felagsskapinum. Í sunnum felagsskapum verður valdið ásett við demokratiskum mannagongdum, og leiðararnir eru ikki óuppnáiligir gudar, ið ongin kann seta spurnartekn við. Tosast kann við teir, og funnist kann verða at teirra avgerðum. Men soleiðis er langt frá altíð í handilsligum fyritøkum. Í fyritøkum hava stjórarnir stórt vald á starvsfólkunum, serliga tí teir gjalda starvsfólkunum løn, men eisini tí fyritøkur sjáldan verða stýrdar serliga demokratiskt. Har ræður stjórin, og um hann ikki er opin og vil hava mótspæl fyri at menna seg og fyritøkuna, tora starvsfólk sjáldan at siga sína veruligu hugsan um, hvat fyriferst í fyritøkuni.
Halleluja, eg arbeiði!
Seinnu árini hevur tikið seg upp ein leiðsluháttur, ið blandar saman bæði demokratiskan, einaræðisligan og átrúnaðarligan leiðslustíl. Corporate religion nevnist hesin leiðsluháttur. Hann snýr seg í stuttum um at geva fólki fatan av, at tey hava ávirkan og verða viðfarin sera menniskjaliga, men samstundis verða tey skúlað til at halda, at einasta rætta arbeiðsplássið á jørð er teirra egna. Starvsfólkini verða sum ein rørsla, ið boðar gleðiboðskapin um arbeiðsplássið, og stjóran skal ongin makt í verðini seta spurnartekn við, tí hann er tann, sum gevur starvsfólkunum frukt, kondirúm, gávur, jakkar og flottar starvsfólkaveitslur. Hugsanin handan corporate religion er, at arbeiðsplássið skal gerast himmiríki hjá starvsfólkunum, so tey lættari fáast at ganga aftan á leiðsluni.
Á tílíkum arbeiðsplássum er ymiskt, hvussu starvsfólk uppføra seg, tí fólk eru jú ymisk. Summi eru persónliga sterk og hugsa altíð sjálvstøðugt, sama um tey hava ein arbeiðsgevara uppi yvir sær ella ikki. Onnur eru persónliga veikari og gera, sum stjóri og deildarleiðarar siga. Um arbeiðsplássið gongur eina leið, ið tykist óforsvarlig, muta tey sterkastu kanska ímóti, um tey annars ikki hava so nógvar fyrimunir, at tey tiga. Tey veikastu siga onki. Tey eru kanska so veik, at tey langt síðan hava lagt allan sín samleika í fyritøkuna. Teirra vælvera er treytað av heilsupolitikkinum hjá fyritøkuni. Teirra gleði stendur og fellur við tiltøkum, sum fyritøkan skipar fyri. Og teirra stoltleiki er treytaður av, hvussu væl stjórin stendur seg í fjølmiðlunum.
Sum í eini samkomu
Í eini fyritøku, ið verður rikin sum ein samkoma, er sostatt stórur vandi fyri, at kritiski sansurin hjá starvsfólkunum hvørvur, og at vit og skil verða løgd til viks. Um leiðslan sigur, at nú hevði verið skilagott hjá starvsfólkunum at keypt partabrøv í fyritøkuni, ja, so er tað skilagott, og starvsfólkini keypa partabrøv í fyritøkuni. Ongin vil jú vera illoyalur ímóti himmiríki. Um arbeiðsplássið so er ein banki, ið kann veita starvsfólkunum lán at keypa partabrøvini fyri, er tað jú uppaftur betri, tí hevur tú lænt frá egnari fyritøku fyri at keypa partabrøv í egnari fyritøku, kanst tú ómøguliga koma illa fyr. Tú kennir jú øll har, leiðslan eggjar tær at gerast partaeigari, og øll hini gerast eisini partaeigarar, so sjálvandi bert tú teg rætt at.
Meðan stjórin stendur seg væl í fjølmiðlunum, ársúrslitini vaksa, og kursirnir fara til skýggja, er gleðin stór. Rørslan hevur tað gott, og onki kann koppa henni. Soleiðis tóktist lagið leingi at vera í Føroya Sparikassa, ið seinni gjørdist Eik Banki. Onki kundi koppa teirri sterku og gomlu eikini, ið hevði verið trygg sum ein bankaboks og síðan endurnýggjaði sítt virkisgrundarlag og legði kappingarneytarnar langt aftur um seg. Trúgvin á vøkstur var óavmarkað. Kenslan av felagsskapi var sterk sum í eini samkomu. Gleðiboðskapurin um nýmótans arbeiðsplássið við teimum dugnaligu stjórunum, ið tordu at leggja heimin undir seg, varð støðugt boðaður í fjølmiðlunum, ið ofta eisini lótu seg tøla av prædikum, ið vóru ílatnar sum fíggjartíðindi.
Læran av skrædlinum
Byrjanin til stóra umskiftið hjá Eik var árið 1998. Tá orðaðu Marner Jacobsen og fleiri onnur eitt heilt nýtt virkisgrunarlag fyri stovnin, sum staðfesti, at Føroya Sparikassi skuldi gerast brúkaravinarligasti peningastovnur í Føroyum, og at starvsfólkini skuldu vera framsøkin og hava tað stuttligt til arbeiðis. Farið varð undir hetta arbeiði fyri at skapa vøkstur. Stovnurin arbeiddi dúgliga eftir hesum setningi til 2008. Vøksturin var ovurstórur, uppkeypini vóru mong, og viðurkenningarnar vóru líka stórar. Forstjórin varð á leiðaradegi kosin ársins leiðari, og fyritøkan gjørdist á vinnudegi ársins virki. Var tað lætt hjá starvsfólkunum undir hesum umstøðum at vera atfinningarsom og ikki fegnast? Tað var tað ikki. Eik Banki var staðið at vera.
Læran av skrædlinum hjá Eik man so vera, at sama hvussu væl gongst tínum arbeiðsplássi, og sama hvussu stórar viðurkenningarnar verða, legg so ongantíð egnan fornuft til viks. Øll heimssøgan er sprenfull av søgum um, hvussu fólk og fyritøkur fingu sær ferð ímóti himni og síðan skramblaðu til jarðar aftur. Orðatøk minna í ymsum útsetingum á, at hugmóð stendur fyri falli, og kristindómurin prædikar støðugt um eyðmýkt og mátahald. Kortini hendir tað aftur og aftur, at fólk nettupp ikki kenna sær hógv og brenna seg illa persónliga og fíggjarliga. Hvussu mong hava gjørt tað í Eik Banka, verður ikki mett um her, men at mong eru komin illa fyri í fíggjarkreppuni sum viðloyparar, er almannakunnugt, og orsøkin var uttan iva blind trúgv á vøkstur.
Frælsi og tryggleiki
Eftir skrædlið í Eik Banka hava mangar røddar sagt, at fyrr ella seinni mátti ganga galið hjá bankanum. Soleiðis er altíð, tá fallið er veruleiki, gudarnir eru dotnir av skýggjunum, og pessimistarnir, ið áhaldandi bíða eftir at sleppa av við sína háð, loksins sleppa av við hana. Ein av stjórunum í Eik Banka hevur sagt, at tað einasta, sum í veruleikanum gekk galið, var fíggjarkreppan. Eik var í mangar mátar ein sunnur banki, og hevði fíggjarkreppan ikki rent íslendskar sparikassar um koll og sent fastognarprísirnar í Danmark í botn, so hóraði Eik Banki undan. Kanska er hetta rætt, men skelkurin hjá teimum starvsfólkum, ið fataðu Eik sum einasta sanna arbeiðsplássið, ja, tað besta og dugnaligasta arbeiðsplássið av øllum, man vera líka stórur fyri tað.
At vera í starvi er fyri mong tað sama sum persónligur tryggleiki. Húsalánini verða goldin, og matur kemur á borðið. Men summi eru farin at siga, at leiðslur, ið ov ídnar dyrka leiðsluháttin corporate religion, áttu at fingið meiri mótspæl, og tað fáa tær eisini í t.d. USA. Har hava tikið seg upp alsamt fleiri fræls arbeiðsfólk, ið ikki verða motiverað av at svørja einastu sonnu fyritøkuni ævigan trúskap, men síggja uppgávuna og góðu hugskotini sum sína størstu motivatión. Frælsu arbeiðsfólkini arbeiða við ymsum uppgávum og fyri fleiri fyritøkur samstundis. Tey eru støðugt á ferð eftir avbjóðingum, fáa fjølbroyttan íblástur, ja, eru fræls frá allari einoygdari trúgv. Hvussu mong tora hetta? Neyvan øll. Men skapar corporate religion tryggleika? Langt frá hjá øllum, eins og fíggjarkreppan hevur víst – eitt nú í Íslandi og Føroyum.