Tað gongur sum fótur í hosu hjá Sp/F Røkt við at fáa tær tríggjar vindmyllurnar upp á lendinum á Mýruni. Seinnapartin mánadagin vóru tvær av teimum trimum komnar upp, og eftir ætlan, skuldi tann seinasta verða klár seint týskvøldið.
Síðan myllurnar komu við Clair seinasta mánadag, hava menn arbeitt á Mýruni í Vestmanna. Tríggjar mans eru frá donsku fyritøkuni Vestas, meðan fimm aðrir føroyingar er við, so í alt hava átta mans arbeitt við at fáa vindmyllurnar upp seinastu dagarnar.
Góða veðrið seinastu vikuna hevur havt við sær, at tíðarætlanin fer at halda, og sambært Janusi Petersen, ið er verkfrøðingur fyri verkætlanini, verða vindmyllurnar klárar at taka í nýtslu um mánaðarskiftið.
Eftir, at allar tríggjar eru komnar upp, verður farið undir at binda vindmyllurnar í netið hjá SEV. Hetta arbeiðið verður mett at taka góðar 14 dagar. Umframt at binda myllurnar til netið hjá SEV, skulu káplar og leiðningar dragast inni í sjálvum myllunum.
44 metur langar
Stóru vindmyllurnar hjá S/F Røkt viga tilsamans góð 180 tons, og eru 44 metrar langar hvør. Tær eru bygdar í fýra løgum.Vanliga eru vindmyllur bygdar í tveimum løgum, og tískil víkja tær føroysku vindmyllurnar frá teimum útlendsku. Nevnast kann, at hin føroyska vindmyllan, ið er á Nesi, eisini er bygd í tveimum løgum.
Verkfrøðingurin, Janus Petersen, greiðir frá, at vindmyllurnar skulu framleiða smá tvey mega watt. Hetta svarar til 5 % av samlaða tørvinum í Føroyum um dagin, og góð 10 % um náttina. Vindmyllan á Nesi framleiður í løtuni 150 kilo watt, so er talan er um eina munandi øking.
Gongur væl við royndunum við teimum fyrstu vindmyllunum, so er ikki óhugsandi, at fleiri verða settar upp. Hædd er tikin fyri tí, og verður talan um fleiri, so verða tær eisini settar upp á Mýruni í Heygadali í Vestmanna.