Týðandi mafialeiðari tikin

Løgreglan í Spania hevur tikið italska mafialeiðaran Giuseppe Polverino, sum hevur staðið á odda fyri rúsevnasmuglingini ímillum Spania og Italia, og sum sostatt hevur skipað fyri einum handli fyri fleiri milliardir krónur um árið.

Myndugleikarnir í Italia og Spania hava leitað eftir Giuseppe Polverino síðani 2006. Hann varð tikin í Jerez de la Frontera nærhendis býnum Cadiz í útsynningspartinum av Spania í gjár kvøldið.

Pulverino-ættin býr nærhendis býnum Napoli har suðuri í Italia. Myndugleikarnir rannsakaðu í fjør virksemið hjá ættini og legði í tí sambandi hald á dýr hús og dýrar bilar, byggikranar og gravimaskinur og eitt bakarí.