Ótýðandi dystur í Vági

Longu síðsta vikuskifti gjørdist greitt, at VB/Sumba ikki heldur fram í Formuladeildini komandi kappingarár. Felagsliðið, sum nú er langt aftast, hevur ongan møguleika at bjarga sær lív í fremstu deildini.

 

Heldur ikki tað stóra hevur Skála at spæla fyri, sum hvørki kann vinna heiðursmerki ella hevur møguleika at flyta niður. Tó kunnu teir tráa eftir einum hægri plássi, har eitt 5. pláss er tað best møguliga.

 

VB/Sumba er til dagsins dyst hart rakt av leikbanni, har Dánjal Jóhan Joensen, Jón Krosslá og Teitur Tausen allir hava leikbann. Vegna skaðar má Skála vera Arnold Berg og Paula G. Hansen fyri uttan.