Fýra dystir verða í meistaradeildini í flogbólti um vikuskiftið. Tveir í kvinnudeildini og tveir í mansdeildini. Dysturin í mansdeildini millum ÍF og Mjølnir varð leiktur í gjárkvøldið, tann millum TB og Mjølnir í kvinnudeildini verður leiktur sunnudagin. Hinir báðir verða leiktir leygardagin.
Í høllini í Trongisvági hittast TB og Mjølnir. Hetta er endurtøka av fyrsta dystinum í ár, sum TB vann, men síðani tá, hevur Mjølnir vunnið tað, sum er at vinna.
Í løtuni er støgan tann, at Mjølnir er á fyrstaplássi við 13 stigum, trimum fleiri enn TB, sum hevur 10 stig, men fyri tíggju dystir. Ein færri enn øll hini liðini. Tí hevur dysturin móti meistarunum úr Klaksvík ótrúliga nógv at siga fyri TB. Ætla tær sær gull, so skulu tær heilt einfalt vinna. Tá vera tær bert tað eina stigið aftanfyri Mjølnir og kunnu avgera tað sjálvar, tá liðini hittast seinni í hesum kappingarárinum. Ætlar TB sær hinvegin silvuri er ein sigur ikki at forakta nú, tí so er TB trý stig frammanfyri Drátt á triðjaplássi.
Kortini fara vit at geva Mjølnir heitið sum favorittar, og tað er av teirri orsøk, at tær higartil í ár hava verið so burtur av tað sterkasta liðið.
Hin dysturin í kvinnudeildini verður leiktur á Kambsdali, har Dráttur vitjar ÍF. Her eigur Dráttur at vinna, men við ÍF veit mann ongantíð rættuliga. Hava tær ein góðan dag, kunnu tær gera øllum hinum liðunum lívið súrt, og seinast hesi bæði liðini hittust var tað um reppið at ÍF vann. Skal ÍF gera sær vónir at faa Fleyr aftur í kappingini um næstaftasta pláss skal hesin dysturin vinnast. Hjá Drátti er støðan tann sama, tí skulu tær hava TB aftur í kappingini um silvuri, so skal hesin dysturin vinnast.
Berjast um annaðplássi
Hjá monnunum spældu ÍF og Mjølnir á KIambsdali í gjárkvøldið. Sambært skránni skuldi hesin dystur verið leiktur í dag, men hann varð fluttur fram av ókendum orsøkum. Seinast liðini spældu á Kambsdali vann ÍF heilt óvæntað dystin, og júst tann ósigurin hevur gjørt sítt til, at Mjølnir ikki kemur longur enn at kappast um annaðplássið í ár.
ÍF hevur hinvegin nakað at vísa, tí fyri viku síðani vunnu teir útsetta dystin móti SÍ og vinna teir henda dystin lata teir sørvingum niðasta pláss í kappingini. Fuglfirðingar kunnu spæla væl, men vit meta ikki, at teir koppa Mjølnir um vikuskiftið.
Seinasti dysturin um vikuskiftið verður á Eysturskúlanum klokkan 15.00. Hesin dystur er millum Fram og SÍ og er eins týdningarmikil fyri hesi bæði liðini. Fram kappast um annaðplássið og skal vinna, og SÍ berjist fyri at sleppa undan aftasta plássi.
Eftir styrkini nú, fara vit at loyva okkum at siga, at tað verður Fram sum vinnur dystin, tí tað hevur gingið SÍ illa í hond í seinastuni. Tá liðini hittust í Eysturskúlanum seinast, tók SÍ Fram á bóli og vann tann dystin. Móti spælinum kanska, men kortini.
Nú fáa Framleikararnir so høvið til at siga takk fyri seinast og tað rokna vit við at teir gera. Alt í alt eitt vikuskiftið við møguleika fyri góðum
flogbólti









