Týðandi avtala um lesandi í Danmark

- Lesandi føroyingar í Danmark fáa nú ríkisfelagsskapsfrádrátt ella R-frádrátt, sum hann eisini verður róptur. Tað sigur Edmund Joensen, sum er annað av føroysku fólkatingsumboðunum við Portalin. Eftir samrøður millum Edmund Joensen, fólkatingsmann, og donsku stjórnina, er semja nú um, at føroysk lesandi í Danmark frameftir skulu hava rætt til ein sonevndan R-frádrátt ella ríkisfelagsskapsfrádrátt í skattinum.

Edmund Joensen, fólkatingslimur, sigur við Portalin, at hesin frádráttur verður 71.000 krónur um árið.

- Frádrátturin verður ein rættur, sum føroysk lesandi fáa, tí Føroyar eru í ríkisfelagsskapi, sigur hann.

Fólkatingslimurin fyri Sambandsflokkin heldur, at hetta er enn ein kontantur fyrimunur av, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi, sum hann tekur til.

Hann vísir á, at nýggi skattafrádrátturin til lesandi føroyingar kemur í staðin fyri sonevnda Føroyafrádráttin.

- Frádráttin fáa øll lesandi úr Føroyum, sum fara til Danmarkar at fáa sær útbúgving.

Edmund Joensen sigur, at R-frádrátturin er ásettur at vera 71.000 krónur um árið. Hetta merkir, sigur hann, at lesandi føroyingar í Danmark kunnu forvinna 71.000 krónur, áðrenn tey byrja at gjalda skatt.

- R-frádrátturin er sostatt munandi hægri enn tær 42.900 krónurnar, sum lesandi ikki-ríkisborgarar í Danmark fáa.

Fólkatingslimurin sigur, at nýggi R-frádrátturin gerst veruleiki eftir samrøður millum hann og Troels Lund Poulsen, skattamálaráðharra.

- Semja er um, at skattamálaráðharrin í næstum fer at leggja lógaruppskot um skattafrádráttin fyri Fólkatingið, sigur Edmund Joensen, sum fegnast um, at lesandi úr Føroyum nú fáa bestu møguleikar at tjena pengar undir lesnaðinum í Danmark.

Edmund sigur, at hann hevur arbeitt tætt saman við danska skattamálaráðharranum, síðani tað frættist, at allir studentafrádráttir í Danmark ? eisini gamli Føroyafrádrátturin ? skuldu skerjast niður á góðar 40.000 krónur um árið.

- Eisini grønlendingar fáa frameftir ágóða av R-frádráttinum, sum sjálvandi eisini fevnir um lesandi grønlendingar í Danmark, sigur fólkatingslimur Sambandsfloksins, Edmund Joensen.