Hóast nokk so nógvir Lexus bilar eru í landinum, hevur enn eingin ognað sær ein av teimum størstu Lexus LS. Orsøkin er helst, at ein slíkur bilur kostar millum eina og hálva aðru millión her hjá okkum.
Vit kundu tí ikki standa fyri freistingini, tá søldfiringurin Pól Rasmussen, sum er búsitandi á oynni Bømlo í Norra, ein dagin kom inn á golvið og bjóðaði okkum ein royndatúr við sínum Lexus LS430 árgang 2001. Hann keypti bilin í oktober í fjør fyri umleið eina hálva millión krónur. Sum nýggjur kostaði hann um 1, 2 milliónir krónur.
Tey, sum vanliga lesa útlendsk bilbløð, hava lagt til merkis, at tá ein av hesum stóru Lexus bilunum verður royndarkoyrdur, er tað altíð ein serlig uppliving fyri motorjournalistin. Tað er sum um at teir sveima á ljósareyðum skýggjum, og eingin endi er á, hvussu teir lovprísa bilinum.
Satt at siga so var tað ein serlig uppliving at koyra bilin. Hóast talan er um ein stóran bil við stórum motori, er hann sera lættur at koma runt við í ferðsluni.
Tá vit komu til bilin við billyklunum í lummanum, læt bilurin sjálvur upp, og bilførarin kundi seta seg í førarasetrið, sum sjálvt stillar seg inn. Síðan var klárt at trýsta á knøttin, so 4.3 litra V8 motorurin við næstan 300 hk fór í gongd, hóast tað næstan ikki hoyrdist ella merktist inni í luksuskendu leðurkabinuni.
Faktiskt er eingin listi yvir eykaútgerð til ein slíkan bil, tá alt er standard. Vit kunnu t.d. nevna at hann hevur luftfjaðraskipan (við hæddarregulering), parkeringssensorar framman og aftan, el-setur framman við memory og el-setur aftan, sum kunnu stillast aftur og fram. Setrini hava innbygdar vibratorar, sum massera ryggin undir koyring.
Um ein hurð t.d. ikki er ordilga afturlatin, finnur bilurin út av tí og syrgir fyri at allar hurðarnar eru aftulatnar undir koyring.
At Lexus hava vunnið sær eitt pláss millum heimsins fremstu bilar er ikki so ringt at skilja eftir ein royndartúr við Lexus LS430.