TÝÐING
Arbeiðið hjá bispi og øðrum at umseta bíbliuna gongur sína stillu gongd. Bispur er longu liðugur við Nýggja testamenti, men ikki fyrr enn um tvey ella trý ár kemur seinni parturin av bíbliuni ú í bók.
Orsøkin til hetta er, at alt Nýggja Testamenti skal rættlesast og gerast klárt til at geva út. Bispur, Hans Jacob Joensen, greiðir frá, at fólkini, ið skulu rættlesa, arbeiða fulla tíð, og bestu møguleikar eru tí ikki til hetta arbeiðið, og tískil tekur hetta sína tíð.
Arbeiðið at týða Gamla Testamenti verður ikki liðugt og útgivið fyrr enn væl eftir, at nýggja týðingin av Nýggja testamenti er komin út.
Skuld
Grundsjónarmiðið aftanfyri at fara undir at týða og geva út bíbliuna av nýggjum, sigur bispur vera, at mál broytast allatíðina, og føroyskt er ment nógv seinastu árini, og tí verður tað hildið vera hóskandi við einari nýggjari og meira nútíðar týðing av bíbliuni.
?Henda týðingin verður meira í tráð við málið í dag, men ætlanin er ikki, at málbúnin skal gerast gerandismál, sigur Hans Jacob Joensen.
Tað er bispur sjálvur, sum stendur á odda fyri hesari verkætlanini. Hann tekur sær av allari týðing. Eins og hjá Dahl verður týtt úr frummálunum ? úr hebraiskum og griskum.
Til at stuðla sær hevur bispur nýtt aðrar týðingar í ivamálum.
Tá Sjónvarp Føroyar fyri nøkrum vikum síðani bar tíðindini um nýggju bíbliutýðingina kom fram, at ein partur av nýggju týðingini er at broyta í sjálvum faðirvár, ið Jesus lærdi lærusveinar sínar at biðja. Ístaðinfyri at fyrigeva syndir okkara og fyrigeva teimum, sum móti okkum synda, so verður tað í hesari nýggju týðingini at fyrigeva skuld.
Hetta hevur sett glið á prátið nógvastaðni, men enn eru ikki nakrar almennar viðmerkingar komnar fram.
Hóast ein nýggj týðing verður gjørd, so er einki ætlan at hendan skal køva teir undanfarnu.
?Fólk kunnu velja sjálvi, um tey ynskja at nýta hesa týðingina ella aðra. Tað er eisini týdningarmikið, at vit lata týðingarnar vera, sum tær eru, soleiðis at hesi verk standa fyri seg, og øll kunnu nýta hetta, um tey vilja, sigur Hans Jacob Joensen.
Fyri einki
?Tað kann undra, at vit í Føroyum skulu hava tvær bíbliutýðingar, sigur Hans Jacob Joensen.
Tað var eisini við hesum í huganum, at hann fór undir arbeiðið við nýggju umsetingini, og ætlanin var, at arbeiðið skuldi gerast tvørsamkomuligt, har flest allar samkomur í Føroyum luttóku.
Endin gjørdist so tann, at Fólkakirkjan, Adventistasamkoman og Hvítusunnusamkomurnar eru farnar saman um at gera nýggju týðingina.
Tað er bispur, ið ger týðingina, og ein arbeiðsbólkur við umboðum frá teimum nevndu samkomunum rættlesur og ger viðmerkingar til umsetingina.
Hesin bólkur hevur verið saman á leið einaferð um mánaðin.
Brøðrasamkoman ynskti ikki at luttaka í arbeiðinum við nýggju týðingini, tá tey søgdu seg vera væl nøgd við verandi týðing.
Arbeiðið verður tó ikki lønt, upplýsir bispur.
?Vanligt hevur verið, at alt tílíkt arbeiði hevur verið sjálvboðið, og ætlanin er, at tann einasti kostnaðurin verður nýttur til prent v.m., sigur Hans Jacob Joensen.
Drotningin góðkennur
Skal ein bíbliutýðing nýtast í Fólkakirkjuni í Føroyum, so krevur hetta eina góðkenning ? autorisering.
Hendan verður latin av kongi ella drótning. Einasta autoriseraða týðingin á føroyskum er hon hjá Dahl og Viderø.
Tað er bispur, sum innstillar eina týðing til at verða góðkend. Tá hendan nýggja týðingin verður góðkend, so fer onnur týðingin ikki úr gildi, men báðar eru tá góðkendar og kunnu nýtast.









