Szoboszlai fær 8-talið hjá Gerrard

Premier League: Liverpool hevur keypt 22 ára gamla Dominik Szoboszlai

Liverpool hevur keypt 22 ára gamla Dominik Szoboszlai frá RB Leipzig. Altjóða miðlar skriva, at prísurin er um 525 milliónir krónur. Felagið kunngjørdi keypið í gjár.

 

22 ára gamli miðvallarin er úr Ungarn og er ein partur av ættarliðsskiftinum hjá Jurgen Klopp í Liverpool. Undan honum kom heimsmeistarin, Alexis Mac Allister, frá Brighton. Út eru farnir Roberto Firmino, Alex Oxlade-Chamberlain, James Milner og Naby Keita.

 

Tann síðstnevndi spældi við 8-talinum, sum tey flestu seta í samband við legenduna í Liverpool, Steven Gerrard. Tað tykist verða ein semja um, at Naby Keita ikki livid upp til 8-talið, og nú hevur ein nýggjur maður møguleikan at lyfta arvin.

 

Dominik Szoboszlai verður væntandi ikki seinasta keypið hjá Liverpool í summar. Søgurnar seta Liverpool í samband við 19 ára gamla Romeo Lavia hjá Southampton, 22 ára gamla Khépren Thuram hjá Nice og 22 ára gamla Mano Koné hjá týska Borussia Mönchengladbach.