Systrar á palli: Júst sum í heima í stovuni

So er ársins G! festivalur farin í gongd, og longu nú hava fleiri fólk leita sær inn á økið, og stemningurin er sum vera man góður.


Elinborg Pálsdóttir spældi á spæliplássinum nú kl 18.30, við sær hevði hon aðrar kendar røddir. Allan Tausen , Hans Marius Ziska og systrarnar báðar Elisabet og Eivør Pálsdóttir sungu kór.


Eg fekk eitt prát við Sædis, mammu Elinborg, hon hevði á orði, at tað allar besta var, at allar systrarnar vóru so avslappaðar, júst sum tá tær eru heima í stovuni.


Eisini helt hon, at tað var stuttligt at síggja Eivør fyri einaferð skyld syngja kór.


Ljóðið var eisini framúr gott, fólk sungu við og Elinborg strálaði á pallinum.