Systrar í Manchester: Slík hending er ræðandi

Tær vóru a leið tríggjar kilometrar frá Manchester Arena, tá terrorálopið varð framt

Systrarnar Guðrið Helgadóttir í Gong og Elisabeth Helgadóttir í Gong vóru a leið tríggjar kilometrar frá Manchester Arena, tá terrorálopið varð framt, sum kostaði 22 fólkum lívið og særdi fleiri. 

 

 

-Vit høvdu verið úti allan fyrrapartin og vóru síðani farnar heim. Um kvøldið fóru bit út aftur ein túr, men eg haldi, at vit nokk eru heimkomnar, tá álopið varð framt, sigur Guðrið Helgadóttir í Gong, sum býr í Manchester, har hon lesur interior design. 

 

 

-Vit hoyrdu sirenur alt kvøldið, men hugsaðu ikki so nógv um tað. Á miðnátt, tá vit vóru á veg í song, sóu vit at vit høvdu fingið sms boð úr Føroyum, har fólk vildu frætta frá okkum. Í Føroyum vistu tey um álopið áðrenn vit, sigur Elisabeth Helgadóttir í Gong, sum vitjar systur sína í Manchester. 

 

 

-Eg havi verið øgiliga skelkað og kedd í allan morgun. Álopið var framt tætt við universitetsøkið, og eg gangi har hvønn dag. Tað er sjokkerandi, sigur Guðrið Helgadóttir í Gong. 

 

 

- Tað kendist løgið, at fáa fráboðan á Facebook um at kekka inn, og boða vinum og kenningum frá, at eg eri trygg. Bara tað, at fáa eina slíka fráboðan er løgið. Eg kenni meg heldiga at kunna kekka inn og siga, at eg eri trygg, og eri glað fyri, at vit ikki vóru í býnum júst tá tað hendi, leggur hon afturat. 

 

 

Tær hava ikki verið inni í býnum aftur, síðani mánakvøldið, og eru nú á veg til London í toki, og fara síðani heim aftur til Føroyar. Guðrið Helgadóttir í Gong hevur summarfrí, og fer ikki aftur til Manchester inn til september mánaða, men hon ivast ikki í, at hon fer aftur til Manchester eftir summarfrítíðina. 

 


-Ein slík hending er ræðandi, og av tí at tað hava verið so nógv álop í seinastuni, so vóru tað nógv sum væntaðu og bíðaðu eftir, at álop eisini varð framt í Manchester. Man kennur seg ikki trygga líkamikið hvar man er, sigur hon.