Barnagarðar og skúlar hava lukkað næstu tvær vikurnar. Eisini eru trúðar-, frítíðar- og ítróttartiltøk avlýst kring landið. Nógv børn og foreldur við sita nú heima og skulu skipa seg á ymsikan hátt við arbeiði og ansing næstu tíðina.
Heima hjá Eydnu Skaale og Ragnar við Streym sita døturnar Óluva Lín og Vársól, ið eru ávikavist seks og trý ára gamlar, og leggja til rættis og gera barnafilmar at leggja út á Youtube undir heitinum Koronakrókurin.
Fyrsti parturin var tøkur í gjár og longu í morgun hava fleiri enn 1000 fólk sæð filmin.
– Vit vistu ikki ordiliga, hvat vit skuldu finna uppá, nú vit fingu koronafrí. Tað er ikki so nógv tilfar á føroyskum á Youtube, og kanska onkur kann fáa gleði av tí, sum vit gera. Men tað er ræðuliga stuttligt, at tað er farið upp um 1000 sýningar, sigur Eydna Skaale, mamma Óluvu Lín og Vársól.
– Vit arbeiða nú við øðrum parti. Málið hjá gentunum er at framleiða ein film um dagin, so leingi vit hava frí, men tað er kanska nakað høgt sett. Men vit halda á so leingi, sum vit tíma, sigur Eydna Skaale.
Filmurin er at síggja her:
##med2##