Ársins Songrødd
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Eini 400 fólk vóru savnað í K.Í.- høllini fríggjakvøldið, tá triðja innleiðandi umfarið av Ársins Songrødd fór av bakkastokki.
7 luttakarar vóru, og í millum hesi var eisini einasta mannfólkið higar til í kappingini.
Væl upplagdur James
Frásøgumaður hetta kvøldið var navnframi James Olsen, og eydnaðist tað honum at seta rættuligt lív í alt fólkið, sum var til staðar.
Frá fyrstu løtu fekk hann allar áhoyrararnar at vera við, og varð hann fagnaður við lógvabrestum og rópum, hvørja ferð hann vísti seg á pallinum.
Saman við tveimum dansigentum framførdi hann eisini sítt egna show, og dámdu áhoyrarunum framúr væl.
Í millum hvønn luttakara var plátuvendarin Martin Kjærbo á pallium og undirhelt áskoðararnar, og hetta var eisini við til at seta enn meir lív í fólkið.
Einasta mannfólk higartil
Sjálva kappingina byrjaði Jógvan á Høvdanum, yngri. Jógvan er væl kendur millum allar norðoyingar, og hevur hann eisini verið við í Ársins Songrødd fyrr.
Jógvan var einasta mannfólkið, sum luttók í kappingini hetta kvøldið, eins væl og hann er fyrsta mannfólki higartil í kappingini. Jógvan hevði sína egnu tulking av sanginum Follow Me hjá Uncle Kracker, men hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa hann í finaluna.
Høgt støði
Frá fyrireikarunum av kappingini frætta vit, at støðið millum tey luttakandi hesu ferð var sera høgt, og torført var hjá dómarunum at finna fram til røttu vinnararnar.
Hvør einstakur luttakari gjørdi nógv burtur úr teirra framførslu, og ikki minst høvdu tey hvør sum ein serstakliga góða rødd, sum tey dugdu væl at brúka.
Tó varð eftir allar framførslurnar greitt, at vinnarar av hesum umfarinum vórðu systkinabørnini Nicolina Rubeksen og Rannvá Lútzen.
Liggur til familjuna
Hetta við at syngja hevur altíð ligið til familjuna. 14 ára gaml Rannvá hevur í nøkur ár verið ein av fremstu røddunum í Kulum Rótum, og 17 ára gamla Nicolina er heldur ikki heilt óvon við at syngja. Hon hevur longu verið við á ymsum konsertum, og eisini hevur hon roynt seg við Ársins Songrødd fyrr. Seinasta ár vann hon innleiðandi umfarið í Klaksvík, men tó eydnaðist henni ikki vinna finaluna í Havn.
So verður spennandi at vita, hvussu tær báðar fara at klára seg í finaluna, sum verður í Havn tann 29. juni.