Systkinaavsláttur á dagstovnum

Jan Poulsen
Valevnið Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Vit í Javnaðarflokkinum siga í okkara valskráð, at vit vilja arbeiða fyri, at foreldur at fleiri børnum sum ganga á dagstovni í Tórshavnar kommunu, skulu fáa systkinaavsláttur, soleiðis at tey hava ráð at hava børnini á dagstovnum.
Hetta gera vit, tí vit vita at tað er sera tungt fíggjar-liga at fáa endarnar at røkka saman frammanund-an, tí alt annað er so kostn-aðarmikið her í kommununi, eittnú húsaprísirnir.
Um ein ung familja skal seta búgv her í kommun-uni, so er tað av alstórum týdningi, at tað ikki verður ein ov tung byrða um tey skulu hava børn eisini.
Tað kann ikki vera rætt, at tey skulu halda seg aftur við at fáa fleiri børn, tí tey ikki hava ráð til tað.
Vit sum polittikarar skulu vera við til at virka fyri, at skapa karmar og økja um trivnaðin, soleiðis at fólk støðast í kommununi, og vilja seta búgv her. Tað gera vit eisini við at fáa sett í verk, at foreldur at fleiri børnum á dagstovni, skulu fáa systkinaavsláttur.
Javnaðarflokkurin og harvið eisini eg, vil arbeiða hart fyri at fáa sett í verk systkinaavsláttur á dagstovnum, í kommununi.