Systkin spæla jólatónleik á FM1 seinnapartin millum fýra og seks

Systkini, Karin, Inga, Árni og Fríða Laksáfoss Simonsen fara at spæla sínar yndisjólasangir á FM1 seinnapartin í dag

Seinnapartin í dag verða fýra systkin av Argjum gestir í Rásarúminum hjá FM1.

Karin, Inga, Árni og Fríða Laksáfoss Simonsen fara at spæla sínar yndissangir, og prátað verður eitt sindur um jólini millum mongu sangirnar.

Tey fýra systkini fara at spæla fýra jólasangir í part, og fara at seta orð á hví tey eru fallin fyri júst hesum jólasangunum.

Vertur og tøkningur verður Heri Simonsen. 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.