Systkin avrættað fyri blóðskemd

Eitt av teimum mest áhugaverdu plássum í Havn er gamli kirkjugarður á Svínaryggi mitt í býnum. Í fyrstu grøvini liggur dótturin hjá tveimum systkjum, sum í 1706 vórðu avrættaði fyri blóðskemd

Óli Jacobsen

olij@sosialurin.fo

Myndir:

Álvur Haraldsen

alvur@sosialurin.fo

 

Gamli kirkjugarðurin við Dr. Jakobsensgøtu í Havn varð nýttur fram til 1935, tá ið »nýggi« kirkjugarður við Velbastaðvegin varð tikin í brúk. Tó eru nøkur fólk grivin her í nýggjari tíð. Hesi eru í stóran mun hjúnarfelagar hjá teimum, ið lógu har framman­undan.

Kirkjugarðurion á Svína­ryggi, sum hann er róptur, verður onkuntíð umrøddur, og hetta er tá merkisdagar er fyri onkran, sum liggur grivin her. Nú um dagarnar var tað í samband við, at 150 ár vóru liðin, síðan Rasmus Effersøe varð føddur, og í hesum sam­bandi vóru kransar lagdir á grøvina hjá honum, og hetta gav eisini høvi til umrøðu í fjølmiðlunum. Tað er eisini sera gott, at vit hava eitt stað, sum vit kunnu seta í samband við fólk, sum hava havt stóran týdning í samfelagnum.

Í veruleikanum er gamli kirkjugarður ein heil søgu­bók fyri Havnina. Tá ging­ið verður runt í kirkju­garðinum, verður komið fram á ein hóp av grav­steinum við nøvnum á meira ella minni kendum havnarborgarum, og nógvir av teimum hava eisini í ein stóran mun merkt alt føroyska samfelagið.

Á eini vitjan í kirkju­garðinum hittu vit Helga í Brekkunum, sum vegna bý­­ráðið røkir kirkjugarðin sum ein part av sínum virksemi.

Hetta hevur eisini verið sera tiltrongt, tí fyri bert fáum árum síðani tyktist hann at vera sera mis­røkt­ur.

Helgi er hegnismaður, og tað sæst eisini. Gøtan mill­um gravirnar er grúsað, og tað er snøggað væl nógva staðni.

Foreldur hálshøgd

Helgi veit eisini væl um søguna hjá kirkjugarðinum. Kirkjugarðurin stavar frá 1782, tá ið kirkjugarðurin kring kirkjuna gjørdist ov lítil. Tað sigst, at fyrsta fólkið, sum varð jarðað, var »kona Jákup Hansen« og var hetta 21. mai 1782. Hon var dóttir Skælings­systkini, og hon var fødd í 1704. Foreldrini, Marin Joensdatter og Hendrik Joens­søn, vórðu í 1706 avrættað fyri blóðskemd. Tey vóru hálvsystkin og høvdu fingið eitt barn saman. Systkini játtaðu seg sek og bóðu til fánýtis kong um náði. Tey vóru tey seinastu í Før­oy­um, sum vórðu avrættað.

Tey eru eisini seinni jarðað í gamla kirkjugarði. Helgi veit at siga frá ver­faðir sínum Trygva Rest­orff, at tá ið molin varð longdur í 1928, komu teir fram á tvær beinagrindir við skansan, har skøltarnir lógu millum knøini. Hetta varð gjørt við slík, sum vórðu hálshøgd. Eisini fyri at forða teimum at ganga aftur! Tey vórðu síðan jarðað í gamla kirkjugarði­num.

Yvir 200 ár

Elsti gravsteinur, sum vitað er um, er frá 1788, og er hetta kona John Michael Quilling, sum arbeiddi sum bøkjari hjá Ryberg keyp­manni, og sum vit kenna frá Quillingsgarði. Quilling hevði havnardreingir í bøkjaralæru, og hann arb­eiddi annars eisini fyri Ryberg á oynni Man.

Ein annar av teimum elstu gravsteinunum er á grøvini hjá prestinum Ras­mus Jørgen Winther, sum tók stig til kirkjugarðin. Á hesum steini varð skrivað:

Salige er de reene af hjer­tet.

Hetta sæst tó ikki í dag.

Kirkjugarðurin verður rokn­aður fyri at vera sera forvitnisligur, og nógvir fremmandir gestir koma higar og eru hugtiknir av honum. Tað forkunnuga er eisini at hava ein so gamlan kirkjugarð, sum ikki liggur við kirkjuna.

Nøvn á steinarnar

Tað eru rættiliga nógvir grav­steinar, sum síggja gott út, og har teksturin er meira ella minni nýggjur, og tí sæst væl, hvør ið liggur her.

Á nógvum øðrum stein­um sæst teksturin nærum ikki ella als ikki. Hetta er spell, tí kirkjugarðurin kundi við innskriftum av nøvnum verið meira full­fíggjaður sum ein søgubók og eisini minnispark fyri havnarfólk.

Tað er kanska ikki so løgið, at gravir ikki verða hildnar, tá hugsað verður um, at tað grundleggjandi eru meira enn 70 ár síðani, at fólk vórðu jarðað har.

Gravsteinarnir eru eisini nógvir sera áhugaverdir og vakrir. Teir minna ofta um minnisvarðar. Helgi upp­lýsir, at fleiri av hesum merkisverdu steinum eru gjørdir av Carlo Gugliel­metti. Mamman var av Bornholm og pápin var av italienskari ætt. Hann kom til Føroyar í samband við havnargerð í Havn í 20-unum. Sum nógvir danir, sum komu higar tá, var hann ikki heilt vanligur. Hann helt saman við Ishøj, ein annan sermerktan dana.

Tað, sum vit vita um Carlo, er, at hann er føddur 14. juni 1881 og deyður 7. mars 1955, og er hann tískil grivin í nýggja kirkjugarði­num

Í eini ólavsøkuskrá frá 1935 hevur hann eina lýsing, ið ljóðar soleiðis:

 

CARLO GUGLIELMETTI

Stenhugger

Anbefaler mig for Levering af Gravstene og alt forefaldende Bygnings­arbejde i Sten.

 

Virkið hjá honum var niðri í Lítluvík.

Minni má varðveitast

Tað kann kanska sigast, at tað ikki er uppgávan hjá kommuni at røkja grav­steinar. Her kann sigast bæði fyri og ímóti. Til dømis kundi kommunan saktans átikið sær at røkja grøvina hjá til dømis einum fyrrverandi borgmeistara sum A. C. Lützen, sum annars hevur merkt so nógv fyri býin.

Men annars skuldi tað neyvan heldur verið nakar trupuleiki at fingið tær ymisku ættirnar at rinda fyri at halda gravirnar hjá teirra egnu. Tá tað eru nógvir eftirkomarar, er eing­in einstakur, sum kennir seg at hava ábyrgd. Men um skipað varð fyri at fáa teir at lata eina eina upphædd hvør til endamálið at varðveita minnið um teirra forfedrar, hevði neyvan nakar borið seg undan. Býráðið kundi tikið stig til at skipa fyri hesum.

Eisini eigur at verða roynt at staðfesta, hvør liggur í gravum, har navnið ikki sæst á gravsteinunum. Hetta kann gerast enn í ein ávísan mun.

Men heildarrøktin av kirkjugarðinum er sjálvandi ein kommunal uppgáva, og her er nakað, sum kann verða gjørt. Hetta kundi eisini verið gjørt við snøgt sagt at niðurleggja tær gravir, sum greitt ongan góðan hava, og har tað ikki kann staðfestast, hvør ið eigur grøvina. Tess betri pláss vildi verið at gera kirkjugarðin til eitt fríøki.

Nýggjan tátt

Sosialurin ætlar at fara undir ein nýggjan tátt, har vit fara at taka myndir av einstøkum gravsteinum, og so fara vit at gera ein lýsing av persóninum í grøvini. Hetta kundi so sum frá líður blivið eitt meira ella minni samlað yvirlit yvir teir persónar sum liggja her.

Hetta er ætlað sum ein eggjan til, at kommunan tekur stig til at seta meira orku av til gamla kirkjugarð í Havn. Hetta er ein eina­standandi møguleiki at fáa sett havnarfólki eitt virði­ligt minni og at vekja søguáhugan millum fólk yvirhøvur.

Tað skal skoytast uppí, at tað eru eisini áhugaverdir gravsteinar við Havnar Kirkju, sum eisini eiga at vera við í hesi søguskriving. Ein av hesum er hjá Niels Skaale, sum hevur lagt navn til Skálatrøð og sum kanska eisini kann koma við í hesi røð.

 

 

 

 

Dømi um fólk sum eru jarðað her

 

Tað er hugtakandi at ganga runt í kirkju­garðinum og síggja hesi kendu nøvnini.

Her skulu bert verða nevnd nøkur dømi um kend fólk, sum eru grivin her:

 

Hjúnini Eva og A. C. Lützen, sum var borgmeistari í Havn

William G. Sloan, trúboðari, grundari av Brøðra­samkomuni.

Dánjal J. Danielsen, sum var trúboðari í Kongo fyrst í hinari øldini

Djóni í Geil, sum var virkin á mongum økjum. Hetta var ikki minni galdandi fyri hansara synir.

Kristin í Geil er millum annað kendur sum blað­stjóri á Tingakrossi og verji hjá minna manninum.

Petur Alberg, beiggi Kristin, liggur grivin her saman við konu síni Jóhanna. Tað er í ár júst 100 ár síðan, at tjóðsangurin við hansara lagi varð fram­førdur fyrstu ferð.

Poul A. Restorff, sum var ein av teimum, sum spældi lagið fyrstu ferð, liggur eisini her. Hetta fara vit eisini at minnast á Sosialinum, tá tann tíðin kemur.

Fleiri av Müllerættini liggja her. Millum onnur forfedrar í fleiri ættarlið hjá blaðstjóranum á Sosi­alinum.

Fleiri av Evensen ættini, sum vóru virkin vinnu­lívsfólk, liggja eisini her.

Fleiri av Restorff ættini, sum eisini hava sett síni spor í samfelagnum.

Zacharias og Carolina Heinesen. Undir liðini á teimum liggur sonur teirra Heini, sum doyði í Vancouver vestast í Kanada í 1927. Pápi hansara fór tann langa teinin yvir eftir líkinum. Tað serstaka við hansara gravsteini er, at innsett í honum er ein bronsubusta av Heina, gjørd av beiggjanum Williami Heinesen.

Jens Mohr, kendur skipari og pápi Kjartan Mohr

Tað er áhugavert, at her er eisini ein barnadeild við nógvum barnagrøvum, og minnir hetta um stóra barnadeyðan í hesum tíðum.