Systisk fibrosa

Systisk fibrosa er viðfødd og arvilig sjúka, sum ávirkar allan kroppin, men fyrst og fremst herjar á lungu, maga og garnar. Sjúkan ger, at tjúkt slím legst í andingarleiðina – nakað sum aftur gevur grundarlag fyri títtum ella varandi lungnabruna. Sera ymiskt er, hvussu illa sjúkan rakar, men hon varir alt lívið og kann ikki lekjast. Eitt av hvørjum 25 menniskjum (fýra prosent) er berari av ílegubrekinum fyri systiska fibrosu, og kring knøttin eru um 100.000 menniskju rakt av sjúkuni. Flestu teirra hava brúk fyri dagligari viðgerð, ið linnar sjúkuárinini. Fyrr var systisk fibrosa ein sjúka við døprum framtíðarútlitum, men børn, sum í dag verða fødd við sjúkuni, kunnu við røttu viðgerðini liva eitt lutfalsliga vanligt lív langt upp í árini.