Sunnunáttina brutu ókendir menn inn í húsini hjá teirri 58 ára gomlu Gordanu Djindjic-Filipovic í býnum Valgeva sunnan fyri serbiska høvuðsstaðin Beograd. Ein av monnunum spoytaði eitt ella annað evni inn í annan armin á henni, áðrenn hann og hinir tóku til rýmingar.
Gordana Djindjic-Filipovic er systir fyrrverandi serbiska forsætisráðharran Zoran Djindjic, sum varð myrdur á Beograd fyri einum ári síðani, og serbiska løgreglan metir álopið sunnunáttina sum eina morðroynd.
Óváttað tíðindi úr Serbia siga, at menninir, sum brutu inn til Gordanu Djindjic-Filipovic sunnunáttina, hóttu við at myrða hana og alt húski hennara, verður Milorad Lukovic dømdur fyri at hava lagt morðið á bróður hennara til rættis. Milorad Lukovic gav her fyri stuttum yvir til løgregluna, sum vil vera við, at tað var hann, sum skipaði fyri morðinum á forsætisráðharran. Samstundis er tað fyri teimum flestu ein gáta, hví hann gav seg yvir.