Anna var fullkomiliga tikin á bóli hendan dagin, tá komandi maður hennara, Leif Klein, og hon vóru á veg úr Vestmanna til Havnar. Tá tey koma til Kollfjarðardal, koyrir Leif eftir Oyggjarvegnum ístaðin fyri at at koyra tann vanliga vegin gjøgnum Kollfjarðatunnilin. Hetta skilir Anna ikki rættuliga, men Leif sigur okkurt um, at veðrið er so gott, og har er so vakurt útsýni.
Við Norðradalsskarð steðgar hann bilinum og sigur at okkurt er galið við bilinum, hann heldur at tað er aftan. Hann biður Annu fara aftur um bilin, at hyggja um hon sær nakað. Í tí sama koyrir hann avstað, og Anna stendur einsamøll eftir á Oyggjarvegnum. Meðan hon stendur har koma fleiri nunnur oman av skarðinum ímóti henni. Hon skilir einki av tí heila.
Tað vísir seg, at tað eru vinkonur og systkinabørn hjá henni, sum hava latið seg í sum nunnur. Anna hevur altíð sagt, at hon tímir ikki hetta við polterabend, tí so skal hon latast í okkurt undarligt o.s.f.r. Hetta hava vinkonurnar tikið til eftirtekstar og ístaðin lótu tær seg annarleiðis í, og Anna slapp at vera í sínum egnu klæðum.
Vinkonurnar høvdu skipað fyri nógvum ymiskum hendan dagin, m.a. vóru tær í Nólsoy, har tær høvdu bestilt borð á Kaffistovuni, og Anna var í studie hjá Terja Rasmussen og varð koyrd í trillibøru gjøgnum bygdina.