Síðan Rage Against the Machine ikki er nakað serligt at hoyra longur, so hevur System of a Down ordiliga tikið seg til rættis á politiska rock trónuni. Við nýggju fløguni Steal This Album vísa teir rættiliga at tað er ein væl uppiborin sessur.
Á fløguni eru 16 skeringar, og halda teir áfram við teirra Los Angeles "rock møtir punk" stíli, Ið er væl krydraður við Armenskum fólkatónleiki.
Í veruleikanum eru løgini ikki nýggjar innspælingar, men ein samling av løgum frá uml. 1995 til 2001. Teir siga sjálvir at hettar ikki eru løg Ið er løgd burturfrá. Og tá ein hoyrir løgini, er hettar heldur einki at ivast í. Tey vísa System of a Down har teir eru best, heilt frá teimum undarliga skemtingarsomu løgunum, til tey beinhørðu politisku løgini, við tí sera óvanliga men hugtakandi sangháttinum. Fleiri av løgunum vóru skrivaðI til Toxicity, men komu ikki við, tí tey vóru ikki liðugt upptikin ella miksaði.
Fløgan er útgivin fýra ymiskum avmarkaðum útgávum. Fløgan er hevur einki pappírshylki fremst. Hettar er fyri at fløgan skal síggja heimagjørd út. Hvør limur í bólkinum hevur hevur gjørt sítt lay-out til hesa útgávu. (Útgávan á myndini er tann hjá bassspælaranum Shavo Odadjian.
Alt í alt kann sigast, at eftir at hava hoyrt fløguna ígjøgnum einar 10 ferðir, átti ein at trúð at hettar var eitt planlagt samansett meistaraverk, tí tað er veruliga hvat tað er!!!