Syrgiliga vanlukkan er ein gáta

Tað er øllum ein gáta, hví ein 27 ára gomul mamma at trimum børnum valdi at fara innaftur í brennandi húsið týsmorgunin. Løgreglan kannar nú syndarliga eldsbrunan

Ein seks ára gomul genta og einir tvíburar blivu móðurleys, tá ein 27 ára gomul kvinna lat lív í eldsbrunanum í Havn týsmorgunin. Ein syrgilig vanlukka, sum rínur við allar føroyingar og hevur sett familjuna í sjokk.
Síðsta gerðin hjá kvinnuni var at bjarga lívunum í sínum trimum børnum. So skjótt hon varnaðist eldin, fekk hon børnini út úr húsunum.
Tað er framvegis løgregluni ein gáta, hví unga kvinnan fór inn aftur í húsið, sum stóð í ljósum loga, tí hon hevði fingið børnini út, og mamma og beiggi hennara, sum eisini vóru í húsunum, vóru eisini komin út.
Vit vita ikki, hví hon fór innaftur í køkin, sum varð hinumegin húsini. Hetta var ein avgerð, sum kostaði henni lívið, tí hon doyði óivað av roykeitranini, upplýsir Per Skov Christensen, kriminalpolitistur. Tað kann hugsast, at hon fór eftir onkrum luti, men tað eru bert gitingar.
Per Skov Christensen fær onki sagt um, hvussu eldurin kyknaði. Týsdagin var familjan alt ov skelkað til, at løgreglan fekk avhoyrt hana beinanvegin, men arbeitt verður við at finna fram til orsøkina til eldsbrunan. Føroyska løgreglan kannar sjálv málið.
Tað hevur ljóðað, at eldurin kyknaði í barnakamarinum, tí vitni sóu eld í vindeyganum, men tað er ikki staðfest enn, undirstrikar kriminalpolitisturin.
Eldurin breiddi seg óvanliga skjótt. Hóast sløkkiliðið var á staðnum fáar minuttir eftir, at fráboðanin kom um níggju tíðina týsmorgunin, sluppu brandmenninir ikki inn í húsið, har kvinnan lá.
Orsøkin til, at eldurin fekk so gott tak á húsúnum var helst, at gjøgnumtrekkur varð. Hurðin stóð opin og vindeygu vóru latin upp, so eldurin fekk góða nøring frá nógvu luftini. Í slíkum førum er best at lata vindeygu og hurðar aftur, so eldurin verður byrgdur inni.
Húsini, sum standa í Purkugerði, vóru bygd í 1986. Sostatt høvdu tey ikki tær vandamiklu pláturnar, sum bresta í nógvum hita. Hinvegin vóru tey úr timbri og onkrir veggir vóru úr spønplátum, sum brenna væl.

MYNDATXT
Húsini í Purkugerði brendu skjótt. Ein orsøk er helst, at gjøgnumtrekkur var, tí vindeygu og hurðar stóðu opin, so nógv luft slapp til, sigur løgreglan.
Mynd Jens K. Vang