Fyrradagin fóru níggju ungfólk úr Hammerfest í Noreg á kavaskutarum niðan í fjøllini. Veðurlíkindini við stormi og kavaroki gjørdust rættiliga vánalig, og teir koyrdu seg fastar. Tríggir bóru ikki boð í bý og doyðu í kulda. Tað var óðamannaverk at fara at leita, soleiðis sum líkindini vóru, og fólk vónaðu, at ungfólkini høvdu funnið sær onkra smáttu, sum er í fjøllunum at kroka í.
Síðstu nátt eydnaðist bjargingarfólki at finna nøkur av ungfólkunum, og í morgun vórðu eisini teir seinastu funnir av bjargingarfólki.
Norsk bløð skriva í morgun, at nú eru allir afturíaftur komnir, men at tríggir teirra, sum fóru hendan fjallatúrin á skutara, eru funnir deyðir ? einar fýra kilometrar uttanfyri bygt øki.
Løgreglan í Vestur-Finnmørkini upplýsti á tíðindafundi í morgun, at ungfólkini vóru ikki útgjørd til slíkan fjallatúr í kava.
- Veðrið var serstakliga vánaligt, og tey ungu vistu ikki, tá tey boðaðu frá, at tey høvdu koyrt seg føst, hvar tey vóru, sigur løgreglan, sum nú altso staðfestir, at tríggir teirra eru deyðir.