Synirnir vitja aftur her á landi

Íslendski tónleikabólkurin Land og Synir vitjaði í Føroyum fyri ikki so langari tíð síðani og nú eru teir aftur. Umframt at spæla alment, eru teir eisini í fer við at taka upp til fløguútgávu. Við sær hava teir tøkningin Addi 800, ið m.a. hevur arbeitt við Blur

Tíðliga hósmorgunin, klokkan júst farin av 9, vitja vit Yviri við Strond. Her halda Land og Synir til. Teir flestu sova, men sangarin Hreimur tekur blídliga ímóti og brátt er eisini tøkningurin Addi 800 á fótum.

Íslendski tónleikabólkurin Land og Synir vitjar nú aftur í Føroyum. Ikki er langt síðani seinast, at føroyingar høvdu vitjan av teimum, og teimum dámdi tá so væl her, at teir fegnir vildu aftur hendaveg.

Teir kendu seg væl her og fólk tók væl ímóti tónleikinum. Týsdagin komu teir úr Spania, steðgaðu 10 tímar í Íslandi og hildu so fram til Føroya mikudagin. Á ferðini í Føroyum spæla teir á Kambsdali, í TB-húsinum og í Batmintonhøllini í Havn.


Arbeitt við Blur

Teir steðga í Føroyum í 12 dagar. Teir eru nevniliga í fer við at leggja síðstu hond á upptøkur til nýggja fløgu. Upptøkuútgerð fyllir ikki nógv í dag. Ein telda, ljómborð og nøkur tøknilig hjálpitól, so er ikki stórt meira.

Teir halda til í Musikkskúlanum Yviri við Strond í Havn. Eitt lítið horn er karmur um upptøkurnar. Tað sær ikki út av stórt meira, enn tey flestu hava í teldurúminum við hús.

Men útgerðin kostar einar 100.000 krónur. Og sangarin í bólkinum, Hreimur Heimirson greiðir frá, at teir hava ognað sær hana og afturat sær hava teir tøkningin við serstaka navninum Addi 800. Hann er ikki ein og hvør, tí navn hansara finna vit millum annað á fløgum hjá heimsbólkinum Blur. Teir báðir Hreimur og Addi royna eitt lag á telduni og væl ljómar og svøvntungu ljóðini frá stóra salinum víkja brátt fyri føgru tónunum.

Land og Synir gleða seg at spæla fyri Føroyingum og til at vera í Føroyum, her teir ætla at gera komandi fløguna lidna og annars njóta land og fólk.