Í morgin, sunnudagin, klokkan 16 verður konsert í Hoyvíkar Kirkju, har Niels Midjord syngur Faðir vár sálmarøðina hjá Mikkal á Ryggi við gomlum føroyskum sálma- og vísuløgum.
Faðir vár sálmarnir standa allir á rað í føroysku sálmabókini frá 394 til 401, og teir eru allir skrivaðir yvir ymisku liðini í Faðir vár bønini.
Niels Midjord sigur, at hann ætlaði at geva út eina fløgu og helt, at hesir 11 sálmarnir vóru væl hóskandi til eina fløgu.
Hetta eru harafturat nakrir av teimum bestu sálmunum hjá Mikkjali á Ryggi.
- Eisini var her eitt gylt høvi at vísa, hvussu fjølbroyttur sálmasangurin hevur verið í Føroyum, sigur hann.
Sálmarnir eru skrivaðir til trý løg, men Niels Midjord hevur funnið 11 ymisk gomul løg, sum ikki eru vanlig at hoyra, har í millum eitt kvæðalag og eitt vísulag.