Syngjandi skald á Reinsarínum

Saman við fýra royndum, føroyskum tónleikarum, fer tónaskaldið og songkvinnan, Katrina Petersen, at framføra egin løg í Reinsarínum í Tórsgøtu hóskvøldið

KONSERT

 

Komandi hevur ætlar Katrina Petersen at geva út fløgu vi? egnum løgum. Ein forsmakkur til hesa fløguna kann fáast hóskvøldið á Reinsarínum í Tórsgøtu, tá Katrina Petersen hevur konsert.

Tónasmiðurin og songkvinnan, sum er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn við føroyskari mammu og donskum pápa, tók í 2005 diplomútbúgving sum sangari og sangpedagogur á Rútmiska Musikkkonservatorinum í Keypmannahavn. Dagliga undirvísir Katrina Petersen í sangi og klaveri á Tórshavnar Musikkskúla.

 

Teir fýra tónleikararnir, ið sita við ljóðførunum til konsertina, eru Leivur Thomsen, guitar, Bjarki Meitil, bass, Líggjas Olsen klaver og Rógvi á Rógvu á trummum.

 

Tað er Havnar Jazzfelag, ið skipar fyri konsertini, sum verður hóskvøldið klokkan 21.