Syngjandi sølukvinna

Drífa Hansen býr í Klaksvík, og hon hevur eitt spennandi starv, sum kanska ikki er so vanligt fyri so ungar kvinnur. Eisini liggur tað sera væl fyri hjá henni at syngja, og hóast hon ikki hevur gjørt so nógv við tað, so viðgongur hon, at dreymar um at gerast kend innan tónleikin so avgjørt eru tilstaðar

Tá onkur spyr Drífu Hansen hvat hon ger til dagligt, er tað ikki hissini aftursvar ein fær. Hon er sølukvinna hjá Kósini. Tað vil siga, at hon hevur ábyrgdina av allari søluni av flakavirkinum á Kósini, sum er eitt av landsins størstu arbeiðsplássum.
Hon byrjaði í sínum starvi í oktobur í 2000, og henni dámar avbera væl. Hon arbeiddi sum sølufólk í Norra, tá hon frætti, at Kósin Seafood søkti eftir sølufólki. Hon søkti og fekk skjótt at vita, at starvið var hennara. Hon hevur ikki nakra útbúgving innan sølu, men royndir hevur hon tó.
Drífa var ikki bangin fyri at taka av starvinum, men hon vónaði bara at hon fór at kunna makta uppgávuna til fulnar. Hon er fallin væl til í umhvørvinum, og hon heldur, at størv innan hetta yrkið hóska til sín.
? Eg møtti eitt sindur av svartskygni, tá eg byrjaði, men tað var onki at tosa um, sigur Drífa, sum annars heldur, at tíðirnar eru so nógv broyttar og tískil búnar til at ein ung kvinna sessast í eitt tílíkt týdningarmikið starv.
? Leiðslan í JFK Trol er professionel, og tey eru opin fyri at geva ungum fólki møguleika til at royna seg, sigur Drífa, sum veit um fleiri aðrar kvinnur í høgum størvum innan fiskivinnuna her á landi.

Sangur fyllir nógv
Sum flest onnur hevur Drífa okkurt at takast við í síni frítíð. Henni dámar avbera væl at syngja, og hon syngur í kóri og onkuntíð sjálv eisini.
? Eg havi altíð sungið heima, men tað er ikki nú fyrr eg eri blivin vaksin, at eg eri farin at gera meira við tað, greiðir hon frá.
Mamma Drífu hevur altíð spælt nógvan og fjølbroyttan tónleik, og sjálv heldur Drífa, at tað er tað, sum hevur gjørt, at henni dámar so væl at syngja.
? Mamma hevur roynt at givið mær kunnleika um og áhuga fyri tónleiki, so tað hevur uttan iva eisini gjørt sítt til tað, sigur hon.
Fyrr var Drífa eitt sindur bangin fyri at syngja á palli, men tað hevur broytt seg seinnu árini. Nú sigur hon, at henni dámar betur at syngja solo. Og samstundis ásannar hon, at dreymurin um at náa toppin innan sang so avgjørt livir í henni.
? Eg droymi um at verða ein viðurkend songkvinna, og dreymarnir eru altíð góðir at halda fast í, sigur Drífa Hansen.