Syngjandi myndamaðurin

Tað er ein av teimum heilt tungu dreingjunum í tónleikasøguni, sum kemur til Føroya komandi summar. Ein tungur drongur, sum eisini hevur havt hópin av framúrskarandi myndaframsýningum

Tónleikur

 

Bryan Adams, sum fyri stuttum helt 48 ára føðingardag hevur í nærum fjórðings øld verið roknaður millum tungvektarnar innan meira popputa partin av rock-tónleikinum.

Við Cuts Like A Knife í 1983 hevði hann nøkur løg, sum leitaðu sær upp á hitlistarnar, men veruliga gjøgnumbrotið fekk hann í 1984, tá Reckless varð send á marknaðin. Ikki færri enn seks singlur av hesi útgávuni komu á top-20 listan í Kanada. Við klassikarum sum Somebody, Heaven, Run to You og Summer of ’69 varð navn hansara sligið fast við 12-tumma seymi. Útgávan hevur síðani selt til fimm-dupult platin í USA. Og síðani hetta gjøgnumbrotið hevur hann støðugt leitað móti hæddunum innan tónleikin. Øll árini saman við guitarspælara sínum, Keith Scott. Eitt nú hevur hann met á ensku single-hitlistanum, har I Do It For You var ovast á listanum 16 vikur. Talan var her um eitt soundtrack til Robin Hood filmin, Prince of Thieves, men umframt hetta hevur hann eisini gjørt sondtrack til ikki færri enn 41 aðrar filmir.

Fýra ferðir hava løg hansara verið ovast á Billboard-listanum. Hann hevur móttikið Order of Canada og Order of British Columbia, eins og hann í 1998 fekk sítt merki á kanadiska Walk of Fame. Tríggjar ferðir hevur hann verið nomineraður til Academy Awards fyri sangskriving, og fimm ferðir hevur hann verið nomineraður til Golden Globe fyri filmstónleik sín.

 

Uppvaksin í seks londum

Uppvøksturin hjá Bryan Adams má sigast at vera heldur merkisverdur. Og í øllum førum lítið støðugur. Hann varð føddur í Kingston, Ontario tann 5. november í 1958, men uppvøksturin var tó ógvuliga blandaður. Pápin var diplomatur, og tí vaks tann ungi Bryan upp í Onglandi, Kanada, Ísrael, Fraklandi, Portugal og Australia. Sum bara 15 ára gamal gavst hann í skúlanum, tí hann heldur vildi royna seg sum tónleikara.

Og tað hevur sum so gingið mikið væl. Við fleiri enn 75 milliónum seldum eintøkum er talan um ein sannan risa innan yrki. Ikki minst hava mongu konsert-ferðir hansara verið serstakliga væl vitjaðar, og merkisvert er her, at talan mest sum alla tíðina hevur verið um somu manning. Við sær á palli hevur hann teir báðar vinirnar, Keith Scott (guitar) og Mickey Curry (trummur), sum báðir hava verið saman við Adams í fjórðings øld. Og hartil eru Gary Breit (keyboard) og Norm Fisher (bass), sum báðir hava verið síðani fyrst í hesi øldini.

 

Myndamaðurin

Umframt tónleikin, so hevur Bryan Adams í fleiri ár eisini verið íðin myndamaður. Og tað er ikki sørt, at myndir hansara hava vakt ans. Soleiðis hava tær verið prentaðar í tíðarritum sum Vogue, Vanity Fair, Harper’s Bazaar og Esquire.

Hann hevur eisini tikið myndir av Elizabeth drotning Philip prinsi, og er ein av hesum myndum í dag at síggja á National Portrait Gallery í London. Og fyri eina myndarøð við Mickey Rourke fekk hann í 2006 serliga gull-virðisløn.