Í døgunum 1. til 5. desember vitja jødisku hjúnini Lisa og David Loden í Føroyum. Tey fara at tala og syngja á møtum og tiltøkum um landið. David og Lisa Loden eru tvey av teimum kendu nøvnunum innan teir messiansku jødarnar í Ísrael.
Tey eru ikki minst kend gjøgnum sang og tónleik. Tey hava gjørt bæði løg og tekstir til nógvar sangir, ið verða brúktir í messianskum meinigheitum, og tey hava eisini givið nakrar fløgur út og eru ofta úti og syngja ? bæði í Ísrael og uttanlands.
Fyrsta tiltakið við hjúnunum báðum verður leygardagin kl. 21 í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði, sunnudagin kl. 11 syngja tey við gudstænastuna í Christianskirkjuni og kl. 18 við møtið í Meinigheitshúsinum í Havn. Týsdagin verða tey í missiónshúsinum á Toftum, og mikudag endar vitjanin við einum møti í Emmaus í Klaksvík.
Á øllum tiltøkunum koma tey at tala, syngja og greiða frá teirra arbeiði. Tulkað verður til føroyskt.