Syngjandi frændur á vitjan

Tíðindaskriv

Mikudagin komu 41 fólk frá Kirkjukórinum á Ólavsvík á Suðurlandinum í Íslandi til Føroya. Ferðin kom í lag, tá ið Vestmanna kirkjukór í mai 2001 vitjaði føroysku dagarnar á Ólavsvík.
Ferðalagið fór hósdagin útferð í Eysturoynni og í Norðstreymi, eitt nú fóru tey til Gjár, Gøtu, Elduvík og Kollafjørð.
Í dag er ætlanin at vitja ymsastaðni í gomlu Havnini, har Heri Joensen, prestur, sum hevur íslendska konu, fer at vísa teimum runt.
Í morgin, leygardagin kl 17 fer kórið at hava eina almenna kirkjukonsert í Vesturkirkjuni.
Sunnudagin verður allur dagurin nýttur í Vestmanna, sum eisini er vinarbýur hjá Ólavsvíkar kommunu. Vestmanna kirkjukór og Kirkjukórið úr Ólavsvík koma í felag at syngja undir gudstænastuni í Vestmanna kirkju. Prestarnir i Vestmanna og í Ólavsvík fara í felag at hava gudstænastuna. Á middegi bjóðar Vestmanna Kommuna gestunum úr Ólavsvík ábit. Gestirnir eru bodnir undir Vestmannabjørgini, og út á dagin verður almenn konsert í skúlaaulini.
Mánadagin fer ferðalagið aftur til Ísland.