Syngjandi foreldur á Zarepta

- Vit eru ikki sørt bilsin av góðu undirtøkuni, sigur Símun Jóannesarson Hansen um vælumtókta sangin og videolagið, sum er gjørt á familjulegu á Zarepta

Tað byrjaði við einum tilvildarligum práti til ein døgurða á eini familjulegu á Zarepta fyri tveimum vikum síðani.

 

 

 

- Vit sótu nøkur foreldur og prátaðu um henda sangin, vandu hann í 10 minuttir og fóru síðani oman í nýggju ítróttarhøllina at syngja, sigur Símun Jóannesarson Hansen, sum er ein av teimum átta sangarunum, ið syngja sangin “Vit prísa tær Gud”.

 

 

- Okkum dámdi ljóðið so mikið væl, at eg helt, at vit áttu at taka tað upp, og eg brúkti útgerðina, sum eg havi til slíkar upptøkur. Eg gjørdi so eitt videolag til og legði tað á Youtube, fortelur Símun Jóannesarson Hansen.

 

 

Eina viku eftir, at videolagið varð lagt á Youtube, høvdu 5000 fólk sæð og hoyrt tey syngjandi foreldrini á Zarepta. Og áhugin hjá føroyingum fyri videolagnum er framvegis rættiliga stórur, sigur Símun Jóannesarson Hansen.

 

 

- Vit høvdu als ikki roknað við, at videloagið fór at fáa so góða undirtøku, og tí eru vit eisini rættiliga bilsin. Sjálvur haldi eg, at tað er festiligt við frískum fólkum, sum tíma at brúka teirra gávur og ikki goyma tær burtur, sigur Símun Jóannesarson Hansen.

 

 

Til ber at síggja videolagið við at trýsta her

 

 

Leggjast kann afturat, at arbeiðið at útbyggja Zarepta gongur væl. Í løtuni liggur arbeiðið stilt, meðan legurnar eru, men farið verður í gongd aftur eftir summarfrítíðina.