Leygarkvøldið 7. desember verður ein Concerto Grotto undir Vestmannasundið. Konsertin verður klokkan 20.00.
Tað er Tutl,s um skipar fyri konsertini, og tónleikararnir verða: Dávur Juul Magnussen, trombon, Heðin Ziska Davidsen, gittar, Kristian Blak, keyboard, Mikael Blak, bass og Brandur Jacobsen á trummum.
Umframt løg, sum hava verið spæld í Klæmintsgjógv, verða »Sjódregil« og »Marmennil« úr Heygar og Dreygar hjá Kristiani Blak eisini spæld.
Á skránni verða eisini løg hjá Heiðini. Hann hevur skrivað »Funnelvision« til Vágatunnilin.
Atgongumerki fáast í forsølu í Kunningarstovuni í havn, og verða eisni at fáa í Kunningarstovuni í Vágunum. Bussar koyra inn klokkan 20.00 og konsertin er umleið ein tíma long.
Myndatxt: Í sambandi við, at Vágatunnilin fer at lata upp, verður skipað fyri eini konsert undir Vestmannasundið
Savnsmynd










