Integratións-nevndin hjá føroysku fólkakirkjuni skipar í kvøld klokkan seks fyri eini heilt serligari andakt í Havnar kirkju í Havn.
Talan er um eina Taizé-andakt við sangi á latíni og enskum, og eisini verður ein løta sett av til djúphugsni og kvirru.
Tað verða prestarnir Marjun Lómaklett, Havstein Klein og Maria Jørðdal Niclasen, ið koma at hava andaktina, og Maria Jørðdal Niclasen greiddi á Rás 2 í dag soleiðis frá, hvat ein Taizé-andakt er fyri nakað.
Tað eru Maria Jørðdal Niclasen, Marjun Lómaklett og Havstein Klein, sum manna integratións-nevndina hjá føroysku fólkakirkjuni.
Og henda serliga Taizé-andaktina verður altso í Havnar kirkju í kvøld klokkan seks.
Les eisini Taizé-andakt á enskum