Syngja kular sangir

Eini 200 børn úr øllum landinum fara at syngja til stóru barnakórstevnan, sum verður hildin í Klaksvík leygardagin 27. apríl. Hendan dag er frí koyring til heimstaðin hjá Kulum Rótum, sum í ár, saman við sanglærarafelaganum, eru vertir til barnafagna og sangdag undir heitinum Kul børn í Føroyum.

 

Barnabólkurin, Kular Røtur, fer at spæla undir til fleiri av løgunum, og nýklæktir sangfuglar og ung talenr fara at royna seg á pallinum. Umframt hetta síggjast Erling og Jógvan politistur í leiki, skemt og kvikmyndir verða við Klæmint Klakk og kompaní, og Trølla Pætur og Trølla Ommu fara undirhalda.