Nú kunnu børn í aldrinum frá 7 til 13 ár verða við í nýggjari sangkapping, ið verður á Summarfestivalinum. Kappingin kallast Ársins summarrødd og verður í Silvalandi í ítróttarhallunum í Klaksvík.
Talan er um eina sangkapping, har børnini kunnu velja sær ein kendan barnasang at syngja, og síðani verður mett um framførslurna..
Undankapping verður fríggjakvøldið og trý tey bestu koma víðari til finaluna, sum verður leygardagin.
Í tilmeldingini kunnu børnini skriva, hvønn sang tey hava hug at syngja, men annars verða kendir føroyskir barnasangir at velja ímillum, tá ið børnini møta á kappingini.










