Syngja Hans Andreas í Tilhaldinum

Í sambandi við Mentanarnáttina verður almenn mentunarkvøldseta fríggjakvøldið frá klokkan 19:30 til 21, nevnd »Hans Andreasar sangkvøld«.

Úr Tilhaldinum siga tey, at fyri 60 árum síðani doyði okkara fólkakæra skald, Hans Andreas Djurhuus, sum varð føddur 20. oktober 1883.?Á kvøldsetuni fer Hanus Kamban at hugleiða um skaldið, og Knút Olsen, Flóvin Jacobsen og Simme Jacobsen spæla nøkur løg, har vit øll syngja við.