Syngja fyrstu ferð sunnudagin

KLAKSVÍK Fyrst í hesum árinum var farið undir kirkju- og ungdómskórið í Christianskirkjuni.

Síðani fyrstu venjingina hevur undirtøkan verið avbera góð, og nú eru tey nærum hálvthundrað í tali til venjingarnar í kirkjuni hvørt týskvøld.

Tey ið stjórna kórinum, eru hjúnini Jóhanna og Ólavur Johannessen og Magni Husgaard. Tey hava higartil vant dúgliga, men nú verður so høvið hjá kirkjufólkinum at hoyra kórið syngja alment.

Sunnumorgunin verður so høvi at hoyra kórið framføra á fyrsta sinni. Tað verður undir gudstænastuni sunnudagin klokkan11, sum eisini er sunnudagur í føstuinngangi.

Við hesa gudstænastuna prædikar Hanus á Gørðum, prestur.