Seinastu mánaðirnar hevur verið skipað fyri fleiri væleydnaðum tiltøkum til frama fyri trivnaðin í Vestmanna.
Serliga er tað hugnaliga Vektarbúðin, sum hevur verið karmur um bæði konsertir og málningaframsýningar.
Undirtøkan hevur verið sera góð, og tað hava afturmeldingarnar eisini verið.
Tær næstu vikurnar eru tríggjar konsertir á skránni.
Í Vektarbúðini fríggjakvøldið 25. oktober klokkan 20 syngur Hanus G. Johansen sangir við tekstum eftir Pól F., og Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um mannin Pól F. Joensen.
Dagin eftir - leygardagin 26. oktober klokkan 16 - verður konsert á Staðnum við ongum minni enn Beiniri Troest Rasmussen og teimum frá Kularótum.
Tríðja konsertin, sum er á breddanum, verður við Stanley Samuelsen, har tónleikarin fer at framføra í Vektarbúðini hóskvøldið 14. november klokkan 20.
- Forsøla av atgongumerkjum verður á kommunuskrivstovuni, og byrjað verður at selja atgongumerki týsdagin 22. oktober, sigur Vestmanna kommuna.










