Sangskeið
Sangurin hoyrist heilt út í túnið, og gerst spakuliga harðari og harðari, sum vit nærkast úthúrðini. Tá vit eru komin innar er einki at taka feil av ? í Nesvík er sangskeið, og tey eru nógv, sum eru við.
Vit fara innar í salin, har stóra kórið júst er farið aftur til venjingar. Við kønari hond leiður norski kórleiðarin kórsangararnar gjøgnum tónar av Black Gospel-løgum, og sambært andlitsbrøgdunum á luttakarunum eru tey væl nøgd.
?Be Strong In The Lord...? og ?I Can Do Anything...? eru reglur, sum verða tiknar umaftur og umaftur, nú Sosialurin vitjar sangskeiðið, sum Heimamissiónin skipar fyri á hvørjum ári.
Um 160 vaksin og 75 børn eru millum luttakararnar hesu ferð, og afturat øllum teimum skulu hjálparfólkini eisini teljast. So leguhúsið í Nesvík er fult av fólki, og hetta merkist eisini, tá vit koma á vitjan.
Í gongini renna smábørn runt, meðan onkur vaksin situr og hvílur seg í sofuni. Men tey flestu eru tó upptikin av sangvenjingini í stóra salinum.
- Endamálið við sangskeiðnum er fyrst og fremst at koma saman og syngja Gleðiboðskapin, fortelur Eyðgerð Kristiansen okkum. Hon situr saman við fimm øðrum í eini nevnd, hvørs uppgáva er at fyriskipa hesi skeið.
Men hon dylur ikki fyri, at tað sosiala eisini hevur stóran týdning fyri eitt slíkt skeið, tí luttakararnir bæði sova og eta í leguhúsinum allar teir dagarnar, sum skeiðið varir.
Dagarnir ganga annars við venjing og aftur venjing, men eisini er pláss fyri einum bíbliutima og hugnaløtu um kvøldið.
Tey vaksnu hava sína skrá, sum tey fylgja, meðan børnini hava eina aðra skrá at ganga eftir. Eisini tey smærru hava sítt egna kór, so stórur partur av degnum hjá teimum fer eisini við venjing. Tá tey ikki venja, so spæla tey onkur spølini saman við teim vaksnu hjálparfólkunum
Konsert í Norðurlandahúsinum
Tað er norski Jostein Myklebust, sum leiðir stóra kórinum hetta árið. Hann er útbúgvin operasangari og starvast eisini dagliga við tónleiki. Harumframt hevur hann undirvíst á bíbliuskúlanum á Bildøy, har nógvir føroyingar hava gingið.
Birita Hansen av Saltangará hevur ábyrgdina av barnakórinum.
Sangskeiðið byrjaði seinasta sunnukvøld, og heldur áfram til í dag, leygardag. Endabresturin verður tvær konsertir, sum verða hildnar í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 15.00 og 17.00.
Eyðgerð Kristiansen greiðir frá, at stórur áhugi plagar at vera fyri hesum konsertum. Ofta hevur verið útselt fleiri tímar áðrenn, og skeiðluttakararnir síggja sum vera man eisini fram til konsertirnar.
Eyðgerð greiðir víðari frá, at konsertin byrjar við barnakórinum, og síðani trínur stóra kórið pallin.
- Sangúrvælið er fjølbroytt, men er fyri tað mesta sokallað Black Gospel. Í ár verður tó eisini okkurt klassiskt lag á skránni, har eitt sjónband eisini verður víst, sigur Eyðgerð.
Konsertin verður tikin upp av SvF, umframt at leguhúsið í Nesvík seinni gevur fløgu út við øllum løgunum. Hesa fløgu kunnu luttakararnir síðan ogna sær sum ein minnislut um heystfrítíðina 2002.
Atgongumerki til stóru konsertina í Norðurlandahúsinum fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn, og eisini í Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin er 75 krónur fyri vaksin, og 40 krónur fyri børn.