"Syngið við kvøld" í Vestmanna við 20 Harmonikuvinum

- Tiltakið í Vestmanna kirkju dýrabiðidag er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Vestmanna Kirkjukóri.

Fríggjakvøldið hin 13. mai klokkan 19, sum er dýrabiðidagur, verður forvitnisligt tiltak í Vestmanna kirkju.

 

Tá fer Vestmanna Kirkjukór at skipa fyri stórfingnari sangløtu, har Harmonikuvinir úr Havn fara at luttaka.

 

Harmonikuvinir er eitt stórt harmonikulið, og fleiri enn 20 harmonikur fara at runga í kirkjuni dýrabiðidag.

 

- Vit vóna, at tað verða fleiri, sum hava hug at syngja við og at njóta spælið og sangin hetta kvøldið.

 

Í Vestmanna Kirkjukóri siga tey, at tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.