Eitt av tiltøkunum í skránni í kvøld fyri mentanarvikuna Skýming, sum hesa vikuna er í Runavíkar-økinum, er Syngi við kvøld í Stíggi í kvøld.
Jóannes S. Hansen fer at spæla harmoniku aftur við sanginum, og sungið verður í tveir tímar - frá klokkan 19 til 21.
Umframt at felagssangir verða sungnir, fara Silja og Teitur úr Sundalagnum eisini at seta sín dám á kvøldið.
Úr Runavík verður sagt, at atgongumerki á 50 krónur fáast við dyrnar í Stíggi, og atgongumerkið er lutaseðil, har møguleiki er at vinna ein málning hjá Magna Mikkelsen.
- Høvi verður eisini til kaffi ella the aftur við einum góðum køkubita, siga tey í Runavík, sum standa aftanfyri mentanarvikuna.
Verkhúsið Stíggjur heldur til á Høgabóli í Saltangará, og tað eru fólk við menningartarni, sum arbeiða í húsinum.
Í verkhúsinum ger arbeiðsfólkið ymiskar lutir, eitt nú bundin og seymað pløgg og lutir, ymiskar lutir úr træi, umframt kort, nissur, smúkkur og mangt annað.










