Í kvøld klokkan 19:30 verður »syngið við kvøld« í Missionshúsinum í Kollafirði.
- Tað verða ymiskir sangbólkar og einstaklingar, sum koma at luttaka á hesum sangkvøldum, sigur Thomas J. Askham, ein av fyrireikarunum.
Hann sigur, at somuleiðis verða tað bólkar og einstaklingar frá øðrum kirkjum og samkomin, sum fara at luttaka.
- Vit trúgva, at tað er møguligt, at tað Jesus tosar um í Johs. 13, 34-35. Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elska tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.
Í tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan!
- Vit bjóða fólki úr bygd og bý at verða vælkomin til hesi syngið við kvøld, sigur Thomas J. Askham.
Kvøldið verður skipað so, at tað verður høvi hjá teimum vitjandi at luttaka í felagssanginum, eisini verður høvi at hugna sær við einum te- ella kaffimunni og einum køkubita.
- Í kvøld fara Oasubrøðurnir at luttaka við teirra góða, fríska, lætta sangi. Hesin bólkurin er kendur fyri sínar góðu ríku teksir í sanginum, sigur Thomas J. Askham.
Pláss verður eisini givið fyri spontanum innsløgum, um tit/tú hava hug at syngja ein sang, tá tit koma til syngið við kvøld eru tit vælkomin til tað.
Stýrið bjóðar øllum vælkomin til syngið við kvøldini, og annars til øll tiltøkini, sum eru í Missiónshúsinum.