Innsavnan verður til missiónsarbeiðið hjá Heimaforbundinum. Peningurin fer óskerdur til at hjálpa kvinnum í Bangladesh til at læra at lesa og skriva. Eisini verða tær lærdar at ansa sær viðvíkjandi HIV, AIDS og øðrum sjúkum, eins og at hjálpa teimum at fáa arbeiði so tær kunnu forsyrgja sær og sínum.
Vitjan verður eisini úr Noreg hetta kvøldið. Tað er Brit Knedal oberstlotnantur, leiðari fyri Heimaforbundið í Noreg, Íslandi og Føroyum, sum kemur at siga frá um missiónsarbeiði í Bangladesh og at hava andakt. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til tiltakið og til ein drekkanunn.