Men í tíðindasending í farnu viku, fekk hesin positivi og birtandi boðskapur frá okkara skúlamálaráðharra til sínar felagar í føriska skúlaheiminum so óblíða móttøku, at tað mátti undra og harma. At tey syngja nógv við børnunum á Velbastað eins og í smábarnaflokkum víða hvar, er onki at ivast í; men at nýta hetta hugnahøvið til at leggja landstýrismannin undir námsfrøðiligt hugsjónarloysi og draga tílíkt sum kommunalar hølistrupulleikar upp í hetta hansara ynski um m.a. at stuðla upp undir sangin í skúlanum, var skilaleyst, eins og lítið høpi var í hjá mínum gamla skúlanæmingi og bátsfelaga Páll Poulsen at buldra upp um, at nú skuldi mentamálaráðharrin koyrast frá, tí hann hevði orðað um tað henta í tí at duga sangir uttanat.
Nógv sálarneyð hevur gjøgnum øldir staðist av, at børn, sum ikki høvdu næmi til tað, skuldu tvingast til at læra uttanat. Eri sjálvur sum ungur lærari komin framá, at starvsfelagi kravdi Luthers Katekismus við øllum viðmerkingum uttanat á donskum, og somuleiðis hitti eg tannáringar, nýliga farnir úr skúlanum, sum kundu messa alla Danmarks Historie úr enda í annan uttanat, um stundir vóru til tað. Slíkt var jú høpisloysi, sum ongin ynskir aftur í skúlan. Men hinvegin er tað so mangt, sum tú hevur gagn av at duga uttanat – dugir tú t.d. ikki lítlu tabell uttanat ella bókstavaraðið a-b-c.., hevur tú trupulleikar, og somuleiðis um tú ikki fært ávísar mállæruramsur, eitt nú í týskum, inn í høvdið.
Í mínum barnaárum í Kvívík varð ikki nógv uttanatslæra kravd av okkum; men hvørji jól eri eg takksamur fyri, at okkum varð álagt umframt Gleðilig jól og Føgur er foldin at læra okkum sálmar sum Nú ringja kirkjuklokkur so hátt, Tað sótu seyðamenn á vakt, Heilaga stund, Her koma, Jesus, tíni smá og fleiri aðrar uttanat. Í hesum viðfangi kunnu vit eisini hava í huga, at tað í stóran mun var Petter Dass og hansara uttanatlærda bíbilska sangskaldskapi fyri at takka, at føringar í farnum øldum vóru so væl fyri í bíbliukunnleika, sum teir vóru. Og hvussu hevði verið vorðið við okkara aðal mentanararvi dansinum, um ikki kvinnur og menn løgdu sær eina við at fáa lært kvæðir og vísur uttanat? Kennist ikki eisini midnáttarsangurin á ólavsøku lættari og fríari, um tú bara kanst stinga heftið í lumman og syngja uttanat?
Samfelagsviðurskiftir broytast, og mangt, sum hevur hugfangað eitt tíðarskeið, missir sítt tíðarbæri og má dvína fyri tíðarinnar tonn. Soleiðis við nógvum av teimum sangum, sum vit av fullum huga sungu í barnaárum. Men nýtt grør upp av tíðarinnar tilelving, perlur leggjast aftrat teim verandi, og duga vit við stimbraðari sanggleði, sum mentamálaráðharrin nú leggur upp til, bæði at varðveita tað virðismikla og lofta tí nýggja, sum kemur, verða útlitini góð fyri, at felagssangur framhaldandi verður eitt positivt mentanareyðkenni fyri okkara fólk. Ein gleðilig ábending tann vegin er tað, at Føroya Sanglærarafelag nú boðar frá nýggjari skúlasangbók um skamma tíð.