<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Høvuðsendamálið við sangløtuni, sum Yngra Kvartettin úr Betesda í Klaksvík skipar fyri, er at fáa fólk at syngja við. Men eisini verður annað áhugavert á skránni hetta kvøldið.
Ungfólk fara at framføra ein leik, ið tey kalla ?hendur?, og eisini verður eitt filmsbrot á skránni.
Yngra Kvartettin hevur verið á eini rundferð í Føroyum í vetur, sum byrjaði Mentanarhúsinum í Fuglafirði og endar í ítróttarhøllini á Hálsi.
Umframt eina slíka sangløtu í ítróttarhøllini í Klaksvík, hava teir eisini vitjað á Tvøroyri og í Vágunum.
Sangløturnar hjá kvartettini hava fingið sera góða undirtøku kring alt landið.