Syng ein góðan

?Syng ein góðan? eitur nýggj fløga við Jens Lisberg. Stórdansur verður í Høllini á Nabb í kvøld har Jens Lisberg saman við øðrum fer at spæla løg frá nýggju fløguni. Í hesum døgum er nýggj fløga komin út við fólkakæra countrysangaranum Jens Lisberg. ?Syng ein Góðan? er heitið á fløguni, ið hevur 13 kend og minni kend løg, har í millum er ?Fagra Blóma? og ?Eg eri bóndadrongur?.

Stórdansur verður í Høllini á Nabb í kvøld, har Jens Lisberg saman við øðrum fer at spæla løg frá nýggju fløguni. Elis Poulsen skipar eisini fyri tónleiki og løgreglubólkurin 1448 fer eisini á pallin.